Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Hesa ferð er gesturin tónleikarin Signar í Homrum

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Ikki nakað serligt, og formurin er helst tilsvarandi, tíverri. Men eg royni at ganga eitt sindur, og so framføri og spæli eg nógvan tónleik, og tað krevur nokk eitt sindur meira enn man gevur sær far um. At framføra nakrar tímar eitt leygarkvøld, futtar nakað væl av orku av!

Ert tú limur í ítróttarfelag?

Ja, eg eri limur í EB/Streymi, men bara sum stuðul.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, eg spældi hondbólt og eitt sindur av badminton. Men má eisini viðganga at eg ongantíð havi havt tað sum eitur av bóltsinni. Plagi at siga, at eg gavst at spæla hondbólt, tí eg tók so synd í teimum, eg spældi saman við 🙂

So í mínum føri bleiv tað tónleikur, sum bleiv frítíðarítrivið.

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítróttur og rørðsla hevur stóran týdning fyri samfelagið. Tey flestu vilja helst hugsa um tað heilsuliga í tí, men man skal ikki gloyma allar tær løtur ítróttur gevur, tá tú ert áskoðari.

Nógvir fótbóltsdystir og hondbóltsdystir er man farin heim aftur frá, við høgum pulsi og alsveittur av áskoðaraplássinum. Og so er tað eisini tað savnandi og stuttliga kring um ítróttin, og felagsskapurin.