Dennis Holm
Borgarsjóri í Vágs Kommunu og formaður í Føroya Kommunufelag.

Brúkar nógva tíð uppá ítrótt

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?

Eg havi tey nógvu seinastu árini runnið. Renni vanliga 2-3 ferðir um vikuna, og hvørt ár royni eg at hava sum mál, at renna eitt ½ maraton.
Onki kann samanberast við ein rennitúr, har føroyska náttúran er leikpallurin – í veruleikanum er hetta venjing fyri bæði kropp, sál og sinn.

Ert tú limur í ítróttarfelag?

Ja, eg eri limur í Rørslufelagið Hvistan, í VB (hondbóltur) og í FC Suðuroy (fótbóltur).

Íðkaði tú ítrótt sum barn?

Ja, eg íðkaði ítrótt sum barn. Serliga hondbólt, men spældi eisini fótbólt og svam eitt tíðarskeið.
Ítróttur hevur annars altíð verið ein partur av mínum lívi, og havi eg eisini spælt bæði flogbólt, tennis og badminton í frítíðini.

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

Ítróttur og rørsla eru heilt avgerandi bæði fyri samfelagið og fyri einstaklingar, eisini fyri meg.
Hjá okkum øllum er ítróttur og rørsla ein týðandi partur av at fyribyrgja trupulleikar við heilsuni. Ítróttur og rørsla hava eisini stóran týdning fyri trivnaðin og samanhald.
Ítróttur og rørsla hava eisini annan týdning. Til dømis fyri bæði innlæringsevnini og bindindi hjá okkara børnum og ungu. Ítróttar-og rørslufelagsskapir hava eisini stóran týdning í samband við sosialisering av børnum og ungum, tey læra at verða í einum bólki, taka ímóti boðum frá leiðarum, seta sær felags mál – seta egin mál og virkin arbeiða fram ímóti at røkka málunum.
Umvegis ítróttina lærir tú teg sjálvan at kenna, men lærir eisini eina rúgvu av nýggjum fólkum at kenna, sum tú fær eina felags “søgu” við. -Øll ítróttafólk kennast við hetta, at man møtir onkrum, sum man hevur spælt fótbólt ella hondbólt saman við ella ímóti í barna- og ungdómsárunum.
Eg brúki nógva tíð uppá ítrótt, kanska mest sum áskoðari, men sjálvur njóti eg eisini løturnar á rennitúri framvið landsvegnum. Rennitúrarnir gera, at eg havi betri orku, bæði kropsliga og mental – í í arbeiðshøpi og ikki minst, tá eg eri saman við familjuni.