Heimasíðan hjá ÍSF setir fólki spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Johan Lützen
- Navn: Jóhann Lützen
- Aldur: 44
- Familjustøða: eri giftur við Svannu V. Lützen. saman eiga vit børnini Elias 10 ár, Julian 5 ár
- Ùtbúgving/Starv: cand. Comm frá Roskilde Universitetscenter/blaðstjóri á Norðlýsinum
1: Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um?
Vit eru vinmenn, ið hava spælt innandura fótbólt fríggjakvøld kl. 21. Hesin tímin hevur nógv ár á baki, eg man hava verið við í eini 15 ár. Hetta er balsam til sálina og serliga triðji hálvleikur er mangan góður. Vit minnast at markerað kalendaraárið við jólafrokostum og summarhugnum eisini. Harumframt er tað blivið til innirógving. Tað er óført. So eg man íðka einar fýra ferðir um vikuna – og tó, at verða pápi at tveimum á 10 og 5 ár krevur ávíst rennarí gjøgnum alla vikuna.
2: Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja eg íðkaði nógvar ítróttargreinar sum barn; fótbólt, flogbólt, hondbólt, kappróður og borðtennis. Tó var tað fótbólturin og flogbólturin, sum eg fekst við longst.
3: Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna?
Ítróttur fyllur nógv heima hjá okkum. Eldri sonurin er aktivur í judo og hondbólti, so honum fylgja vit tætt og tíðum. Sjálvur eri eg formaður í Mjølnir og tað fyllir heilt fitt. Síðani eru vit áhugaði í ymsum feløgum. KÍ, EB/Streym og sjálvandi eisini Newcastle!
4: Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá føroysku ítróttafeløgunum?
Tað er at fáa ítróttarligu og fíggjarligu ringrásina at vísa menning og haldføri. At røkka hesum krevur eldhugaði fólk, sum saman lyfta feløgini framá. Tað ræður um, at satsa uppá breidd og elitu. Tí skulu leikarar motiverast at íðka og gerast betri, venjarar motiverast at menna einstaka leikaran og hjálparfólk motiverast at tryggja fjøltáttaðu uppgávurnar í feløgunum. So man fara at ganga.
Lagt út: 15-03-2021