Heimasíðan hjá ÍSF setir fólki spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Bjarni Johansen úr Vági
- Navn: Bjarni Johansen
- Aldur: 49 ár
- Familjustøða: Samlivandi við Rúnu Wenningsted Hansen, 5 børn, 17-15-7-4 ár og 5mðr
- Starv: Borgarstjóri í Vági.
1: Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um?
Hesu seinnu árini havi eg íðka minni av ítrótti, men tá eg røri meg so er tað ein súkklutúr minimum 20 km og so er tað eitt sindur av Oldboys fótbólti.
2: Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Eg byrjaði sum 7 ára gamal at spæla fótbólt. Tað var bara bóltítróttur sum var í Vági tá í tíðini.
3: Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna?
Ítrótturin hevur havt nógv at siga fyri meg, uttan ítróttin, so hevði eg ikki havt uppliva øll tey fólkini, sum hava staði rundanum øll ítróttarfeløgini bæði sum leikarar og nevndalimir.
Sjálvt um tað eru nógv ár síðan eg gavst sum spælari á hægsta støði í Føroyum, so møti eg framvegis fólk sum minnast aftur á tá vit spældu fótbólt.
Eg fekk mær familju nokkso seint, so tað hevur ikki fylt so nógv har. Men børnini eru byrjaði at gera ítrótt, har royni eg at stuðla teimun.
4: Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá føroysku ítróttafeløgunum?
Ein tann størsta avbjóðingin er tað fíggjarliga hjá flestu feløgum, nevndirnar brúka nógva orku at skaffa pengar og tað tekur kreftirnar frá nevndarlimunum. Krøvini til feløgini verða størri, kanska serliga hjá fótbóltsfeløgunum í bestu deildini. Men eisini hjá teimun yngru verða sett krøv, at tey skulu hava útbúnar venjarar, tað er gott, men er ein avbjóðing at fáa nokk av útbúnum venjarum, at venja ungdómin.
Ein onnur avbjóðing er, at halda ungdómin til. Tá ungdómurin kemur til aldurin 14/16 ár, tá fáa tey ofta onnur áhugamál, men har kemur felagsskapurin inn. Tí at verða partur av ein felagsskapi hevur nógv at siga í uppvøkstrinum, so man sum eldri eftir útbúgving, kann venda aftur til felagsskapin og geva sítt íkast.
Lagt út: 21-01-2021