Vit sparkaðu hvønn dag og ofta til langt út á náttina

Todi Jónson verður av mongum mettur at vera Føroya besti fótbóltsspælari nakrantíð. Hann spældi 45 dystir við besta landsliðnum, og skoraði 9 mál. Eftir uppvøksturin í KÍ, spældi Todi við B36, Lyngby Boldklub, FC København og IK Start. Í fjør spældi hann aftur nakrar dystir fyri besta liðið hjá KÍ. Todi hevur roynt seg sum fótbóltsstjóri í Danmark, tá hann umskipaði Fremad Amager til FC Amager, men henda royndin miseydnaðist orsaka av fíggjarkreppuni, sum rakti allan heim.

Í dag bjóðar Todi Jonson seg fram sum persónligur mennari fyri yngri fótbóltsleikarar í fyritøkuni Todi Fodboldcoaching

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
”Ein vanlig vika hjá mær sær nøkulunda soleiðis út: Spæli ein dyst við FCK oldboys, 2-3 ferðir í fitness sentur, har eg renni intervallir og styrkivenji. Somuleiðis venji eg eisini dreingirnar í Todi fodboldcoaching, og har fara nakrir tímar á degnum.”

Ert tú limur í ítróttarfelag?
”Eg eri limur í KB (Kjøbenhavns Boldklub, red.), sum er undir FC København”

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
”Sum barn íðkaði eg sera nógv. Um summarið spældi eg  fótbólt, bæði við KÍ og í frítíðini. Eg spældi fótbólt næstan hvønn dag – sum oftast á vøllinum í Klaksvík. Annars hevði næstan hvør býarpartur sín egna lítla vøll, og har spældi eg eisini. Tað var ikki óvanligt, at eg um summarið spældi til langt út á náttina. Um vetrin leikti eg bæði flogbólt og hondbólt.”

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
”Rørsla hevur sera stóran týdning fyri børn og ung og teirra menning bæði sosialt og likamliga.
Fyri Føroyar og føroyingar hevur rørsla týdning fyri generellu fólkaheilsuna. Eisini hevur tað ein kolossalt stóran týdning – brandingmæssiga fyri Føroyar – at vit sum føroyingar gera vart við okkum uttanlands. Her skulu vit verða betur til at menna talentini í Føroyum, og betur til at gera brúk av teimum kompetencum og teirri vitan, sum aðrir føroyingar fáa uttanlands.”