gunva
Heimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Gunvá við Keldu, fyrrverandi borgarstjóri í Klaksvíkar Kommunu.

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Eg gangi langar túrar. Tað hevur verið eitt sindur ringt at funnið tíðina til tað, men nú ætli eg mær at hava tíð til tað annað hvønn dag, um ikki hvønn!

– Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg eri limur í KÍ. Tað bleiv eg, tá ið eg gjørdist forkvinna í Mentanarnevndini hjá býráðnum í 2005 🙂

– Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, eg íðkaði nógv ymiskt. Íðkaði fimleik við Klaksvíkar Fimleikarfelg, svam við Ægir, spældi badminton í Badmintonfelagnum og spældi flogbólt við Mjølni. Tað var Mjølnir sum vann í síðsta enda, og var eg um 15 ár, tá ið eg gavst. Eg mátti velja ímillum ítróttin og sangin/tónleikin. Sangurin/tónleikurin vann!

– Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítróttur og rørsla hava alstóran týdning fyri øll. Eg havi tað nógv betur, tá ið eg taki mær tíð til at røra meg. Eg haldi at tað er umráðandi at finna tað sum tær dámar, so tú kanst halda á, og gera tað yvir longri tíð/ár. At halda seg viðlíka við venjing ella ítrótti ger, at tú verður betur fyri fysiskt, og hetta ger at tú kanska eisini fyribyrgir sjúkur og annað, sum kann koma við einum lívstíli, sum ikki er so sunnur. Eg haldi at rørsla og sunnur kostur er neyðugt, fyri at vit kunnu hava eina góða lívsgóðsku.

Nú veit eg ikki um vit hava tøl fyri slíkum, men eg eri vís í, at ítrótturin er ein fyribyrging av lívstílssjúkum. So vit gera øll nakað gott fyri samfelagið, um vit íðka ella bara halda okkum sjálvi viðlíka.