PetrinaHeimasíðan hjá ÍSF setir kendum fólki spurningar um ítrótt og rørslu:
Hesa ferð er gesturin gekkaverturin og sjálvstøðug vinnurekandi Petrina Berg á Lag

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?
Tíðin er sera kostbar beint nú hjá nær, men eg royni at ganga túrar, helst min 5 km, ætli mær at koma orduliga í gond við at renna aftur.

Ert tú limur í ítróttarfelag?
Eg havi roynt at stuðla ítróttarfeløgum, men eri ikki tilknýtt nøkrum felagi júst nú

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Sum barn sparkaði eg fótbólt við Royn. Eg spældi við gentum 14-17. Eg havi eisini íðkað fimleik við Havnar Fimleikafelag

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?
Ítróttur og rørsla hevur sera stóran týðning fyri meg. Vit fáa tað betur bæði psykist og fysiskt. Hugsa vit samfelagsligt so burdu øll fólk rørt seg meira. Tað hevði minkað nógv um sjúkur hjá fólkið og tíðskil spart samfelagnum, serliga innan heilsuverkið, nógvar viðgerðir.