Heimasíðan hjá ÍSF setir ymiskum fólkum spurningar um ítrótt og rørslu. Hesa ferð er gesturin Tróndur Ravnsfjall úr Sandavági

  • Navn: Tróndur Ravnsfjall       
  • Aldur: 45
  • Familjustøða: Giftur við Christinu Ravnsfjall.
  • Børn: Nikolina 16 ár, Magnus 13 ár, Annika 10 ár.
  • Útbúgving/Starv: Námsfrøðingur, starvist sum ítróttaráðgevi hjá Parasport

Hvussu ofta íðkar tú ítrótt um vikuna og hvønn ítrótt er talan um.

Tað er ymiskt hvussu ofta eg íðki, alt ann uppá hvussu nógv eg havi at gera við arbeiði.
Til tíðir nærum hvønn dag, og onkuntíð eina ella tvær ferðir um vikuna.
Í miðal blívur tað helst einar 3 ferðir um vikuna.
Vit eru nakrir tilkomnir menn ið hava spælt innandurafótbólt hvørt mánakvøld seinastu mongu árini, og annars er tað renning, rógving og styrkivenjing.
Onkur túrur við kajakk ella í fjøllini blívur tað eisini til ígjøgnum árið, tó at tað kundu verið fleiri.

Íðkaði tú ítrótt sum barn?
Ja, eg eri uppvaksin beint við síðuna av fótbóltsvøllinum í Sandavági, og byrjaði tíðliga at spæla fótbólt, og havi gjørt tað síðan.
Royndi meg eisini stutt við hondbólti, badminton og flogbólti.

Hvønn týdning hevur ítróttur fyri teg og familjuna.
Eitt er tað at bæði eg og konan hava ítrótt sum starv, men vit sum familja brúka eisini sera nógva tíð uppá ítróttin.
Bæði eg og konan eru venjarar, og børnini spæla fótbólt og fáast eitt sindur við rógving summarhálvuna, umframt at tey spæla hondbólt og flogbólt um veturin.
Harafturat koma allar uppgávurnar sum foreldur fáa í samband við kappingar.
Ítrótturin blívur tí eisini tað staðið har vit hava nógv av okkara sosiala lívið.

Hvat heldur tú er týdningarmesta uppgávan/avbjóðingin hjá føroysku ítróttafeløgunum?

Eg haldi at tað mangan verður hugsað ov nógv um tey bestu,  og gloyma vit at ítróttur skal verða fyri øll, altíð – og verða stuttligur.

Fráfallið í tannáringaárunum er stórt, og ein stór avbjóðing hjá ítróttarfeløgunum er at halda fleiri til ítróttin longri.