Ítróttur hevur risastóran týdning

Maria Ziskason Nesá arbeiðir sum fjølðmiðlafólk í Kringvarpinum, har hon m.a. er vertur á sendingini Sparta.

Hvat gert tú fyri at halda teg í form?

“Ofta haldi eg, at eg geri alt ov lítið, men eg royni at renna nakrar túrar um vikuna. Hundurin er eisini raskur at koma við mær út at renna, og hinar dagarnar ganga vit stuttar og langar túrar. 

Mær dámdi væl at ganga til spinning, tá ið eg búði niðri, og tað havi eg leingi ætlað mær at taka upp aftur her í Føroyum, men “ætlað” er tíverri lyklaorðið í hasum higartil.”

“Ert tú limur í ítróttarfelag?

“Nei, eg eri ikki limur í nøkrum felag longur.”

Íðkaði tú ítrótt sum barn?

“Ja, eg spældi bæði hond- og fótbólt við Stjørnuni og KÍ, og eg eeelskaði tað. Íðkaði báðar greinar sum barn og tey flestu ungdómsárini, og náddi eisini at spæla við í vaksnamannadeildunum. Men síðan eg byrjaði at arbeiða við ítrótti í Kringvarpinum, hevur tað verið torført at fáa alt at ganga upp, so nú eri eg ístaðin glað fyri at kunna fylgja við næstan øllum liðum í fleiri ítróttagreinum frá síðulinjunum kring landið.”

Hvønn týdning hevur ítróttur og rørsla fyri teg og samfelagið?

“Tað stutta svarið er, at ítróttur er hevur risastóran týdning, bæði fyri meg, men serliga fyri samfelagið. Fyri meg er ítróttur farin frá at vera stuttleiki og samanhald til nú at vera eitt arbeiði, sum eg faktiskt kenni meg hepna at hava.

Fyri samfelagið trúgvi eg, at ítróttur hevur størri týdning, enn vit geva okkum far um. Umvegis Sparta havi eg verið so heppin at hitta rættiliga nógv fólk, sum á hvør sín hátt eru partur av føroyskari ítrótt. At so nógv fólk leggja so nógvar timar í sjálvboðið arbeiði í ítróttarfeløgunum kring alt landið fortelur mær, at føroyingar sum heild eru góðir við ítrótt. Og orsøkin til tað má sjálvandi vera, at ítrótturin eisini er góður við okkum. Í hvussu er fáa vit vinir og upplivingar, sum ikki kunnu gerast upp pengum, burturúr ítróttinum.”